KOREOGRAFAR TIL DX23
Vit søkja eftir royndum koreografum, sum vilja verða partur av DX23. Vit søkja eftir 5-6 koreografum, sum skulu koreografera eitt dansistykkið hvør til DX23. Øll ið hava eina útbúgving innan dans, ella hava royndir innan fyri koreografi, eru vælkomin at søkja.
Krøv
-
Koreografurin hevur útbúgving innan dans ella royndir innan fyri koreografi
-
Koreografurin skal verða tøkur til DX23 venjingarlegu og sýningar, sum verða 16.-20. juli 2023 (kl. 16 - 22 allar dagar)
-
Koreografiin skal í mesta lagi verða 5-8 minuttir lang
-
Koreografiin skal verða liðug áðrenn 1. juli 2023
-
Venjingartíðir skulu verða klárar áðrenn 1. februar 2023
-
Koreografurin skal samskiftast við okkum fyriskiparar um búnar, dansarar, venjingartíðir o.s.fr.
Umsókn
-
CV hjá koreografinum
-
Stutt lýsing av koreografiini
-
tema/konsept
-
dansistíl
-
tónleikur (ynski um live tónleik/ samstarv við tónleikarar)
-
búnar
-
mongd av dansarum og støðið (óroynd, byrjarar ella roynd)
-
Tað hevur stóran fyrimun, um avgerð er tikin um øll hesi punktini, tó er hetta ikki nakað vit krevja.
ā
Umsóknin skal sendast til dansieksperimentid@gmail.com. Freistin at søkja er 15. januar 2023 kl. 23:59.
ā
ā
ā
ā